Men ætlanin hjá landsstýrinum er framvegis, at tær ikki skulu vera fyri fíggjarligum missi.
Brandur Sandoy, sum hevur sitið á tingi fyri Fólkaflokkin seinastu vikurnar, nýtti høvdi at seta løgmanni nakrar fyrispurningar. Ein teirra var, um løgmaður ætlaði at halda lyfti um at rinda kommununum fult endurgjald fyri missin, tá samgongan hækkaði fyritíðarpensjóninar 1.000 kr um mánaðin.
Svarið frá løgmanni var kanska ikki heilt, sum borgarstjórin á Sandi hevði væntað. Løgmaður váttar, at kommunurnar ikki hava fingið nakað endurgjald játtað í 2018, men leggur ábyrgdina fyri tað yvir á kommunurnar sjálvar.
Løgmaður greiðir í svarinum frá, at vanliga verða lógarbroytingar, sum hava munandi fíggjarliga ávirkan á kommunurnar, neutraliseraðar í fylgilóggávu. Í samband við broytingarnar í fyritíðarpensjónini valdi landsstýrið at bíða við fylgilóggávunum, millum annað tí at pensjónsnýskipanin er á gáttini.
- Tað stóð kommununum í boði at fáa endurgjald á 13,5 milliónir krónur, sum skuldu rindast kommununum eftir talinum av fyritíðarpensjónistum. Upphæddin samsvaraði við samlaða árliga missin, sum kommunurnar fóru at hava í 2018, um ætlaðu broytingarnar í fyritíðarpensjón og samtykta umleggingin av pensjónunum í 2016 vórðu lagdar saman, svarar løgmaður.
Kommunurnar tóku tó ikki undir við hesum uppskotinum, og tí bleiv einki endurgjald játtað í 2018.
- Men málið hjá landsstýrinum er framvegis, at kommunurnar samanlagt ikki skulu vera fyri fíggjarligum missi vegna lógaruppskot hjá sitandi samgongu. Tá lógarmálini, sum nú eru í Løgtinginum, eru viðgjørd og samtykt av Løgtinginum, verður greitt, hvør samlaða ávirkanin verður á kommunurnar. Tá er ætlanin at taka málið upp aftur við kommunurna, sigur løgmaður.