Landsstýriskvinnan í innlendismálum ætlar, at tá ið kommunurnar yvirtaka eldraøkið tann 1. Januar í 2013, skulu 340 milliónir krónur fylgja við frá landinum. Men kommunurnar halda, at tað er alt ov lítið. Landsstýriskvinnan sigur, at sum er, rindar landið 340 milliónir krónur fyri eldraøkið og ta upphæddina ætlar hon at flyta yvir á kommunurnar, tá ið tær eru lagdar saman í níggju kommunur og samstundis fáa eldraøkið at umsita.
Ta skal gerast soleiðis, at kommuurnar skulu fáa kommunuskatt av fiskimannafrádráttinum, botnfrádráttinum, uttanlandsfrádráttinum og FAS.
Hetta fer at geva kommununum 253 krónur meiri inn í skatti.
Men harafturat skulu kommunurnar fáa 87 milliónir beinleiðis úr landskassanum og tær skulu býtast ímillum kommunurnar eftir, hvussu nógv gomul fólk búgva í hvørji einstakari kommunu.
Í Kommunufelagnum eru tey ikki samd í hesum.
Felagið vísir á, at tað er øgiliga ójavnt, hvussu teir ymsu frádráttirnir eru býttir ímillum kommunurnar, tí tað veldst um, hvussu nógvir fiskimenn eru í hvørjum øki o.s.fr.
- Hetta ger, at kommunur við nógvum frádráttum gerst lutfalsliga betur fyri enn tær við fáum frádráttum.
Kommunufelagið vil tí, at leggjast skal upp fyri skeivleikum av hesum slagi.
Felagið ivast eisini í um tað er rætt at býta blokkstuðulin eftir, hvussu nógv eldri eru í eini kommunu.
- Í fyrsta lagi er ymiskt, hvussu stór fíggjarlig byrða ein eldri er, tí í ávísum økjum í landinum hava væl fleiri eldri egna pensjónsuppsparing, og tey gjalda tí kommunuskatt.
Kommunufelagið heldur eisini, at 350 milliónir frá landinum til kommunurnar er alt ov lítið fyri at yvirtaka eldraøkið.
Vit vita, at eini 150 nýggj røktarheimspláss verða bygd og tey kostna at reka eini 75 milliónir at reka
- Føroya Kommunufelag krevur, at kommunurnar fáa fult endurgjald fyri veruliga kostnaðin av eldrarøktini í framtíðini, eisini fyri lønarhækkingar, sigur felagið.