Kommunurnar eiga at hugsa seg væl um

Tað vísir seg at verða ólíka lættari at seta skattin upp, tá tørvur er á tí. Og hetta er margháttligt, tí talan er um pengar borgarans, verður sagt frá Føroya Arbeiðsgevarafelag í tíðindaskrivi

Í seinasta tíðindaskrivi frá Vinnuhúsinum, verður sagt, at nógvar kommunur hava í 90?unum havt trupul ár, við stórari skuld eftir yviríløgur í áttatiárunum. Støðan er nú broytt munandi. Avtalur um skuld eru fingnar upp á pláss, inntøkurnar vaksnar sera nógv, vegna økta virksemið seinastu árini. Ein grund til stóru inntøkurnar hjá kommununum er eisini, at »kreppu-skattaprosentini« enn standa við.

Í 1989, áðrenn nøkur kreppa merktist var miðal skattaprosentið hjá kommununum 15,46 %. Í 1994, tá kreppan var í hæddini var miðal skattaprosenti hjá kommununum 20,41 %. Nú, nøkur ár eftir, at virksemi av álvara aftur tók seg upp aftur, er miðal skattaprosenti enn uppi á 19,81%. Hetta er uml. 4 % yvir einum normalum støði, um vit siga, at skattatrýstið innan kreppuna, á leið myndar eitt útgangsstøði.

Fjølmiðlarnir hava seinastu tíðina borið tíðindir um komunalar íløgur, ið benda á, at ávísar kommunur nú spæla sær við skattapeningi, heldur enn at lækka skattin. Tað vísir seg at verða ólíka lættari at seta skattin upp,, tá tørvur er á tí. Og hetta er margháttligt, tí talan er um pengar borgarina.

Skal vinnan trívast, er meginreglan: Jú lægri skattur, tess betur, bæði tá ið talan er um persóns- og virkisskatt. Persónsskatturin rakar virkið óbeinleiðis gjøgnum lønartrýstið, og virkisskatturin tyngir um útreiðslunar hjá virkinum og minkar um yvirskotið.

Tí heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at kommunurnar eiga at hugsa seg væl um, og endurskoða skattaprosentini frá kreppuárunum, verður sagt í tíðindaskrivinum.