Kommunurnar brúka ov nógv

Tað gongst illa hjá teimum donsku kommununum og amtunum at halda ta árligu fíggjarætlanina.

Ein kanning vísir nú, at í fjør nýttu kommunurnar og amtini 3,8 milliardir krónur meiri enn ásett á fíggjarætlanini. Tey, sum hava gjørt kanningina, siga, at nýtslan var alt ov stór í fjør, og at kommunurnar mugu taka nøkur álvarssom stig, skal fíggjarstýringin ikki fara heilt av leið. Tey vísa eisini á, at gongdin er sera óheppin, nú tosað verður um at broyta donsku kommunuskipanina við nógv færri kommunum enn nú.

Thor Pedersen, fíggjarmálaráðharri, er eisini sera vónsvikin av teirri stóru nýtsluni hjá kommununum. Við Jyllandspostin sigur hann, at kommunurnar hava brúkt alt ov nógvar pengar til tænastur, og at tær hava brotið fíggjaravtaluna, sum stjórnin og kommunufelagið gjørdu í fjør. Formaðurin í kommunufelagnum, Ejgil W. Rasmussen, heldur ikki, at kommunurnar hava brúkt ov nógv til tænastur, og hann spyr, hvørjar tænastur stjórnin vil hava tær at skerja.