Kommunur og vinnulív á North Atlantic Fish Fair

- Framsýningar av ymiskum slagi eru altíð eitt gott høvi hjá fólki at møtast, bjóða fram vørur og tænastur og tosa um felags áhugamál. Eisini er hetta eitt gott høvi hjá kommununum at savna lokala vinnulívið á einum staði, heldur Símun Johannesen, borgarstjóri í Nes kommunu

Kommunal luttøka

Á North Atlantic Fish Fair verða nakrar føroyskar kommunur umboðar. Í fyrsta lagi er tað vertskommunan, Tórshavnar kommuna. Men Klaksvíkar kommuna, Fuglafjarðar kommuna, Runavíkar kommuna, Tvøroyrar kommuna og Nes kommuna eru eisini við.
Summar umboða seg sjálvar sum kommunur, meðan aðrar hava bás, sum umboðar kommunurnar og vinnulívið, sum er í kommununi.
Á básinum hjá Tvøroyrar kommunu verða eisini aðrar fyritøkur í Suðuroy enn tær, sum hava heimstað á Tvøroyri.

Eitt gott høvi
Á básinum hjá Nes kommunu verða soleiðis 20 ymiskar fyritøkur og reiðaríir umboðað - øll við atliti til fiski-og sjóvinnuna.
Símun Johannesen, borgarstjóri, heldur, at stevnur av slíkum slagi altíð eru eitt gott høvi hjá fólki at møtast, bjóða fram vørur og tænastur, og hetta er eitt gott høvi hjá eini kommunu at savna lokala vinnulívið á einum staði.
- Her verður høvið at tosa saman um felags áhugamál, eitt nú um virksemið, sum er á havnalagnum, framtíðarætlanir og møguleikar.
Hann heldur, at við tí sermerktu atmosferu, sum altíð er á slíkum stevnum, er lætt at fáa í lag sambond og samveru við onnur virki, sum eisini eru við og sýna fram.
- Fiskivinnan er jú okkara høvuðsvinna, og tí vil hon altíð hava eitt stórt pláss í okkara støðutakan, sigur Símun.
Hann vísir á, at hetta er fyrstu ferð, at Nes kommuna er við á eini tílíkari fiskivinnustevnu.
- Vit vistu, at North Atlantic Fish Fair skuldi verða í ár, og tí kallaðu vit vinnulívið í kommununi saman til fundar. Stórur áhugi var fyri luttøku, men vit vórðu noydd at seta onkrar avmarkingar fyri luttøku. Tí avgjørdu vit, at virkir, feløg og reiðaríir, sum hava bátar niður til trolbátarnar á landleiðini, skuldu savnast á einum felags bási undir Nes kommunu.
Símun sigur, at tey hava fingið Dekostovuna at hjálpa sær við básinum, sum verður umleið 30 fermetrar stórur.
- Hetta verður so okkara fyrsta roynd at fara út saman, sum hann tekur til.

Nógvar tænastur
- Vit hava avgjørt at verða við á North Atlantic Fish Fair, tí vit halda, at virksemið, sum er í kommununi, hevur so nógvar og fjølbroyttar tænastur at bjóða. Vit hava uppboðssølu, landing, skiljing og pakking av fiski, kassamiðstøð, sølu av ísi, proviantering, umvælingartænastur, kavaratænastu, reingering av skipum og annað.
Borgarstjórin heldur fyri, at tað munnu vera fáir føroyskir fiskimenn, ið sigla undir Føroyum, sum ikki í einum ella øðrum ørindum hava ligið við bryggju á Toftum.
- Jú, eg haldi, at vit umboða eitt rættiliga breitt úrval av tænastum til fiskivinnuna, sigur Símun Johannesen, sum bjóðar øllum ? bæði føroyingum og útlendingum ? á felagsbásin hjá Nes kommunu til eitt prát.
Sum skilst, fer Fiskamarknaður Føroya at hava stórskýggja á básinum, har sent verður beinleiðis, tá ið søla fer fram um uppboðssøluna. Á básinum verða eisini myndir av øllum skipunum hjá teimum reiðaríum, sum eru við.