Í týsdagsdimmuni hesa vikuna var høvuðsgreinin á forsíðuni ein útmelding frá Landsbankanum, við Sigurði Poulsen, landsbankastjóra, har m.a. varð ført fram, at “fleiri álvarslig lýti mugu rættast, bæði fyri land og kommunur, skal búskapurin kunna stýrast við skili”, og “at fíggjarliga regluverkið er ófullfíggjað og ótíðarhóskandi”.
Hugburðsbroyting
heldur enn regluverk
Í einum áliti, sum nevnda grein í Dimmalætting umrøður, verður róð framundir, at landsstýrið skal gera reglugerðir fyri: (1) at útreiðslu- og íløgukarmar skulu gerast fyri fleiri ár í senn, (2) at krevja javnvág í rakstrinum yvir eitt áramál, (3) at krevja, at óvæntaðar inntøkur heilt ella lutvíst skulu í grunn ella til gjald av skuld, og (4) at krevja mál sett fyri, hvussu almenna skuldin skal vera.
Tað er neyvan nakar, sum er ósamdur við landsbankastjóranum í tí, at okkum tørvar at hava ein munandi meira langsiktaðan fíggjarpolitikk hjá tí almenna – bæði land og kommunur.
Men harvið er ikki sagt, at reglugerðir og regluverk fara at loysa henda trupulleika, tí eingin skipan er frægari enn fólkini, ið umsita hana, og í botn og grund er hetta ein spurningur um hugburð og at hava eina politiska skipan, ið hevur styrki til at stýra, bæði í góðum og ringum tíðum.
Fólkaræði heldur
enn embætisvald
Omanfyri nevndu mál ljóða øll sera væl, og eg kann eisini taka undir við nøkrum teirra – eitt nú at land og kommunur á politiskum støði hava árligar samráðingar um tann yvirskipaða útreiðslu- og íløgukarmin fyri bæði land og kommunur – men samstundis stúri eg fyri, hvat úrslitið verður, um ein eftirlitisstovnur verður settur yvir kommunurnar, sum fær heimild til at seta øll omanfyri nevndu krøv til kommunurnar.
Vit hava í dag eina aldargamla fólkaræðisliga skipan, har tey fólkavaldu fjórða hvørt ár standa til svars yvir fyri veljararunum fyri sínar avgerðir ella mangul av sama.
Sjálv haldi eg, at grundleggjandi er tann skipanin tann besta av øllum til at regulera hesi viðurskifti, samstundis sum eg kann taka undir við einari felags, yvirskipaðari karmstýring av útreiðslunum.
Men her er neyðugt eisini at ávara ímóti, at vandi skjótt kann verða fyri einari bureaukratiskari skipan við tungum regluverki, umsiting og eftirliti, har embætisfólk í starvi hjá landinum útinna eftirlit við teimum fólkavaldu kring landið alt.
Av royndum vita vit, at slík eftirlit hava lyndi til at fara út í smálutir, soleiðis at tann frælsa fólkavalda skipanin verður bundin óneyðuga nógv niður.
Tá heldur eitt frælst fólkaræði við ábyrgd, har tann fólkavaldi, umframt lógarkarmarnar, stendur til svars yvir fyri veljarunum, enn eitt sentralstýrt embætisvald við tungum mannagongdum, har veljarin als ikki kemur til orðanna.
Kommunurnar
tillaga seg skjótari
Tað er sjón fyri søgn í dag, at tær føroysku kommunurnar samanumtikið duga og megna betur at reagera og tillaga sín búskap til galdandi umstøður.
Sum eitt feskt dømi um hetta kann eg nevna, at Klaksvíkar Kommuna upp á sera stutta tíð hevur megnað at tillagað sín búskap til nógvar broyttar og verðsnaðar umstøður.
Sum kunnugt varð Klaksvíkar Kommuna á heysti í 2008 – vegna eina kombinatión av manglandi fíggjarstýring og inntøkuniðurgongd – rakt av kreppu og likviditetstroti, sum setti stór krøv til politisku skipanina í býráði og nevndum.
Hesa avbjóðing tók býráðið í størsta álvara og setti neyðug tiltøk í verk, við tí úrsliti, at kommunanr megnaði at venda einum halli á 52,5 mill. í 2008 kr. til eitt avlop í 2009.
Tí er tað misvísandi, so sum landsbankastjórin í hesum føri ger, at koyra kommunurnar í sama sekk sum landið, sum í ár framvegis stríðist við næstan milliarda hall, meðan kommunurnar samanumtikið hava megnað hetta nógv betur.
Tá ið ein landskassi er í tí støðu, sum føroyski landskassin í dag er í, er skjótt til at seta í verk broytingar í panikki við alskins reglugerðum, har farið verður út í ítøkiligar smálutir fyri, hvussu arbeiðast skal, eitt nú úti í kommununum kring landið.
Givið er, at langtíðarætlanir eru alneyðugar fyri at mótarbeiða óneyðugum sveiggjum í búskapinum. Land okkara er somikið avmarkað í stødd, at tað letur seg væl gera at fíggjarstýra við skili, eitt nú við at gera yvirskipaðar avtalur um útreiðslukarmar, uttan at farið verður út í eitt detaljueftirlit við fólkavaldu skipanini.
Gunvá við Keldu
Borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu
og næstforkvinna í KSF










