Kommunur brúka triðing meir

Síðani 2005 hava kommunurnar økt útreiðslurnar við einum triðingi. Í 2005 brúktu kommunurnar 1,42 milliardir krónur til rakstur og íløgur. Tvey ár seinni, í 2007, var nýtslan vaksin til 1,7 milliardir, ið er ein vøkstur á 352 milliónur krónur. Skattainntøkurnar eru í sama tíðarskeiði vaksnar við 228 milliónum krónum. Í 2007 var skattainntøkan 1,39 milliardir krónur, sum er nakað minni enn útreiðslurnar vóru hetta árið. Í 2006 var nettoskuldin 131 milliónir, men í 2007 var hon 202 milliónir, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.