Dómur í kommunulæknamálinum fellur ikki fyrr enn í fyrsta lagi í februar 2018
Dagur er nú settur á, nær endaligu framløgurnar hjá sakførarunum báðum vera í kommunulæknamálinum.
Linda Margrethe Hesselberg, ákæri, og Hanne Rahbæk, verji, skulu halda sínar endaliga framløgur fyri Eystara Landsrætti 21. februar í rættarhølunum hjá landsrættinum í Keypmannahavn.
Seinastu vikuna hevur landsrætturin viðgjørt málið í Føroya rætti og í dag vóru seinastu avhoyrini í málinum, tá kvinnurnar greiddu frá, hvussu tær upplivdu viðtalurnar hjá kommunulæknanum.
Les eisini Í dag siga kvinnurnar sína søgu
Fyrr í vikuni hevur Eystari landsrættur hoyrt frágreiðingar frá kommunulæknanum, serkønum vitnum, serlæknum, yvirlæknum, øðrum kommunulæknum, landslæknanum og eini sjúkrasystir, sum hevur arbeitt saman við ákærda kommunulæknanum.
Les eisini Læknin hevur víst grovt gáloysni
Orsøkin til, at málið ikki verður liðugt viðgjørt hesa vikuna, er at bíðað verður eftir eini viðmerking frá Rættarlæknaráðnum, um hvussu skaðin, sum kommunulæknin hevur í hondini, kann hugsast at ávirka arbeiði hansara.
Les eisini Merktu einki óvanligt við læknanum
Kommunulæknin varð í Føroya rætti dømdur fyri at hava gjørt seg inn á 9 kvinnur. Hann kærdi dómin til Eystara Landsrætt, og krevur í fyrsta lagi at vera fríkendur og í øðrum lagi at fáa linari revsing.
Ákæruvaldið kærdi tí eisini dómin, og bað um dómurin verður staðfestur, at revsingin verður herd og at hann verður dømdur fyri eina føri, sum Føroya rættur metti var fyrnað.