Kommunulæknaskipanin má broytast, og um tvær ella tríggjar vikur, verður eitt álit við uppskotum um broytingar lagt fram.
Tað sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum.
Ein arbeiðsbólkur hevur í longri tíð arbeitt við hesum álitinum. Í arbeiðsbólkinum sita umboð fyri Heilsumálaráðið og Kommunulæknafelagið.
Poul Geert Hansen vil ikki koma við nøkrum ítøkiligum um innihaldið í álitinum, men tað er greitt, at fleiri broytingar mugu gerast.
Tað hevur stóran skund at fáa broytt kommunulæknaskipanina, tí fleiri størv eru ósett, og miðalaldurin á kommunulæknunum er høgur.










