– Kommunulæknafelag Føroya, KLF, stuðlar Sjúkrarøktarafelag Føroya, sum eru í verkfalli í løtuni.
Hesum boðar Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelag Føroya frá í kvøld.
– Vit heita inniliga á partarnar um at setast aftur við samráðingarborðið fyri at finna eina semju, siga kommunulæknarnir í fráboðanini.