Kommunulæknamálið: Trý nýggj vitni

- Eg segði tá við hann, at fyri hansara egnu skuld, burdi hann syrgja fyri altíð at hava onnur fólk til staðar, greiddi ein kommunulækni frá.

 

Í rættarmálinum móti kommunulæknanum í dag, hava trý vitni verið hoyrd, sum ikki hava verið hoyrd í málinum áður.

 

Talan er um ein sjúkrarøktarfrøðing, sum hevur arbeitt saman við kommunulæknanum í kommunulæknavaktini á Landssjúkrahúsinum, ein kommunulækna, sum hevur arbeitt saman við kommunulæknanum áður og so ein annar kommunulækni.

 

Sum vera man snýr tað mesta seg um undirlívskanningar. Tað er í samband við undirlívskanningar, at allar uttan ein av kvinnunum siga, at ákærdi hevur gjørt seg inn á tær.

 

Í gjár greiddi kommunulæknin enn einaferð frá, hvussu hann fremur eina undirlívskanning og helt fast við, at tað hann ger, er ein heilt vanlig undirlívskanning, eisini í førunum við hesum kvinnunum.

 

Fyrsta vitni í morgun var ein danskur yvirlækni og lektari á SydDansk Universitet, sum millum annað undirvísir í undirlívskanningum. Hann greiddi enn einaferð frá, hvussu undirlívskanningar vanliga verða gjørdar.

 

Ákæruvaldið koyrir nógv upp á, at kommunulæknin greiðir frá, at hann altíð kannar klitoris hjá kvinnunum, tí hann einaferð fann krabba har hjá eini kvinnu. Hetta hava bæði yvirlæknin og annar av kommunulæknunum, sum hava verið avhoyrd í dag, sagt er sera óvanligt. Krabbi í klitoris er sera ósannlíkt og er tað ikki vanligt at kanna klitoris nærri, uttan so at serlig orsøk er til tess, greiddu tey bæði frá.

 

Hitt aðalmálið í viðgerðini er, at ákæruvaldið vil hava kommunulæknan dømdan fyri eitt føri, sum Føroya Rættur annars segði var fyrnað.

 

Tað snýr seg um eina kvinnu, sum var í viðtalu hjá kommunulæknanum 14. novembur, 3. desembur og 13. desembur 2010. Málið bleiv tó ikki meldað fyrr enn fyrst í desembur 2015. Hetta merkir, at alt, sum er hent í teimum báðu fyrru viðtalunum er fyrnað. Føroya rættur metti ikki, at tað varð prógvað, at kommunulæknin hevði gjørt seg inn á kvinnuna í seinastu viðtaluni, og tí kundi hann ikki dømast fyri hetta.

 

Ákæruvaldið roynir tú nú at prógva, at eisini í triðju og seinastu viðtaluni gjørdi kommunulæknin seg inn á kvinnuna. Her snýr ósemjan seg um, hvussu tað, sum læknin hevur skrivað í journalina hjá kvinnuni skal skiljast.

 

Annar kommunulæknin, sum varð avhoyrdur í dag, segði, at hon fyrstu ferð hoyrdi um ákærurnar móti kommunulæknanum heilt aftur í 2008. Hon hevði tá spurt hann um hetta, men hann noktaði fyri ákærunum.

- Eg segði tá við hann, at fyri hansara egnu skuld, burdi hann syrgja fyri altíð at hava onnur fólk til staðar, tá hann gjørdi eina undirlívskanning, greiddi fyrrverandi kommunulæknin frá.

 

Málið heldur fram í Eystara landsrætti seinnapartin, í morgin og mánadagin. Seinni í ár skulu sakførararnir halda endaligu framløgurnar áðrenn dómur kann falla.