- Í øllum 13 førunum hevur læknin víst grovt gáloysni, sigur Sundhedsstyrelsen.
Undirlívskanningarnar hjá kommunulæknanum eru sera óvanligar og í fleiri førum eru ongar læknafakligar orsøkir til at gera, sum kvinnurnar siga, at kommunulæknin hevur gjørt, er niðurstøðan hjá danska Sundhedsstyrelsen, sum er evsti heilsumyndugleiki í ríkinum.
Sundhedsstyrelsen hevur lisið frágreiðingarnar hjá kvinnunum og ákæruvaldið hevur biðið heilsumyndugleikan um at meta um, hvørt framferðin hjá læknanum hevur verið í tráð við vanligar mannagongdir og framferð hjá læknum.
Les eisini Merktu einki óvanligt við læknanum
Ein týdningarmikil partur av málinum er spurningurin um, hvørt tað er vanligt at kanna klitoris hjá kvinnunum, men eins og allir læknarnir, sum eru spurdir um hetta, sigur Sundhedsstyrelsen, at tað ikki er partur av eini vanligari undirlívskanning.
Sundhedsstyrelsen sigur, at hetta eigur einans at gerast, um kvinnan greiðir frá onkrum, sum gevur beinleiðis orsøk til at kanna tað nærri. Ákærdi kommunulæknin hevur greitt frá, at hann altíð ger hetta, tí at hann einaferð avdúkaði krabbasjúku á klitoris hjá eini kvinnu. Sundhedsstyrelsen viðmerkir kortini, at slík krabbasjúka rakar væntandi eina kvinnu í Føroyum 10. hvørt ár og at ongar av kvinnunum, sum eru partur av hesum málinum, eru í vanliga vandabólkinum, fyrst og fremst orsaka av aldrinum.
Sundhedsstyrelsen sigur annars greitt frá, at onnur viðurskifti, sum kvinnurnar hava greitt frá, als ikki eru í samsvar við góðan læknasið. Í onkrum førum metir Sundhedsstyrelsen eisini, at tað er ógreitt, um kvinnurnar hava givið samtykki til kanningarnar.
Tað hevur verið ført fram, at tað tykist undrunarvert, at læknin hevur verið einsamallur saman við kvinnunum, tá undirlívskanningar eru gjørdar, men sambært bæði landslæknanum og Sundhedsstyrelsen, so er tað vanligt í Føroyum, serliga í viðtalum hjá kommunulæknum, har talið á starvsfólkum ofta er avmarkað.