Kommunufelagið ger felags reglur fyri vindmyllur

Fríggjadagin vóru teknisku umsitingarnar hjá limakommununum í Føroya Kommunufelag savnaðar at viðgera spurningin um vindmyllur

Samstundis sum orkuútreiðslurnar hjá einstaka húsarhaldinum eru vaksnar nógv seinasta árið, er áhugin fyri orkusparandi átøkum hjá húsaeigarum eisini nógv vaksin.

Seinastu tíðina hava alsamt fleiri kommunur fingið, umsókn frá borgarum ið ynskja at seta upp vindmyllur á egnum grundstykki. Umsókn um uppseting av vindmyllu er at rokna sum byggimál sum kommunala byggivaldið skal viðgera og taka støðu til. Av tí at uppseting av vindmyllum er eitt lutfalsliga nýtt fyribrygdi, hava kommunurnar ongar greiðar reglur um hvussu slík byggimál skulu viðgerast.

Av somu orsøk hava kommunurnar verið sera ivasamar at játtað loyvi til uppseting av vindmyllum. Føroya Kommunufelag hevur tískil sett niður ein arbeiðsbólk ið skal koma við uppskoti um leiðreglur fyri góðkenning av vindmyllum í kommununum.

Kommunurnar ynskja sjálvsagt at skapa so góðar fyritreytir sum møguligt hjá borgarum, ið ynskja at gangnýta umhvørvisvinarligar orkumøguleikar. Hinvegin er eisini neyðugt, at vindmyllur uppfylla ávísar treytir, tá ið tað snýr seg trygd, tryggingarviðurskifti, óljóð, støtt, útsjónd, frástøðu til grannar o. tíl.

Arbeiðsbólkurin fer millum annað at kanna, hvussu kommunur í okkara grannalondum viðgera slík mál, og við íblástri frá hesum at gera uppskot til reglur á økinum.

Føroya Kommunfelag ætlar at arbeiðið skal verða liðugt longu í september mánaði, soleiðis at kommunurnar skjótast møguligt kunna viðgera tær umsóknirnar ið kommunurnar hava fingið um uppsetan av vindmyllum.