Kommunubygnaðurin skal broytast

Kommunali geirin skal nú umskipast. Í komandi viku mannar Annika Olsen, landsstýriskvinna, nevnd, sum á ólavsøku næsta ár skal vera liðug at gera uppskot til nýskipan Broytingarnar í kommunubygnaðinum skulu geva øllum økjum í landinum møguleika fyri at mennast í javnvág.

Ætlanin við umskipanini er at flyta tey økir, sum kunnu flytast til kommunurnar, og soleiðis fáa eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur.

Fíggjarliga ábyrgdin skal fylgja avgerðarrættinum.

Uppgávurnar verða loystar, so tær eru fullgóðar samfelagsbúskaparliga, men so nær borgarunum, sum til ber.

Uppgávur, ið verða lagdar til kommunurnar, skulu kommunurnar vera førar fyri at røkja sjálvstøðugt, og tað skal bera til at laga uppgávurnar til tann staðbundna tørvin.

Ætlanin er, at kommunala umskipanin skal vera ein samlaður pakki, hvørs endamál er at skipa eitt greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur, har kommunurnar skulu umsita tað, sum kommunalu eindirnar sjálvstøðugt eru førar fyri at umsita.

Nevndin, sum verður sett at gera uppskot, verður mannað við fólkum úr viðkomandi stjórnarráðum, umboðum fyri kommunurnar og serfrøðingum. Nevndin skal skjótast til ber og í seinasta lagi á ólavsøku 2009 gera uppskot um kommunueindir, millumkommunala javningarskipan, raðfesting av greiðum uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur, blokkstuðul og eftirmeting.