Kommunistiska Boblan fimmti

Hann kundi gera einhvørja arbeiðarafamilju eydnuríka – eysturtýska svarið upp á Fólkavognin, Trabanturin, sum í ár verður fimmti

Ein tveytaktsmotorur, ein plastikkskrokkur og fleiri ára leveringstíð.
So einfalt kundi svarið hjá eysturtýska kommunistiska einaræðinum ljóða upp á vesturtýska kapitalistiska Fólkavognin.
Trabanturin var eitt av stoltastu symmbolunum hjá Eysturtýsklandi upp á felagskenslu – kanska ikki politiskt, men í øllum førum samfelagsliga.

Tann fyrsti Trabanturin rullaði út av samlibandinum á Zwickau-verksmiðjuni tann 7. november í 1957, júst fýratiára dagin fyri bolsjevitisku kollveltingina. Trabanturin var einasti møguleiki hjá planøkonomistýrda eysturtýska fólkinum at ogna sær eitt akfar, og tá ein familja hevði spart saman nóg nógvan pening til at keypa ein tílíkan lítlan tvey-hurðan bil, gingu vanliga fleiri ár til tey fingu fatur á bilinum. Soleiðis var skipanin bara.

Trabanturin varð framleidur í yvir 30 ár, og talan var um tvinni snið:
Trabant 500, eisini kendur sum model P 50, sum var framleiddur frá 1957-63, eins og Trabant 601, ella P 60, sum varð framleiddur frá 1963-91.

Plastskrokkurin var ein óheppin roynd at sleppa undan dýrum innflutningi av stáli. Óheppin, tí plastikkið lættliga krúllaðist saman, tá bilurin var í óhappum. Trabanturin var stórt sæð óbroyttur øll árini. Motoruin var alla tíðína ein tvísylindraður tvey-taktsmotorur, sum gassaði illa og helt nógvan gang, og tær síðstu útgávurnar høvdu 600 ccm og 21 HK. Toppferðin var eitt stað millum 90 og 110 km/t, alt eftir vindi og veðri.

Men Trabanturin gjørdi einhvørja arbeiðarafamilju eydnuríka. Og júst arbeiðarafamiljurnar vóru nógvar í DDR, júst tí varð Trabanturin framleiddur í fleiri enn trimum milliónum eintøkum. Hildið verður, at umleið 50.000 Trabantar framvegis eru til – bilurin er fyri langari tíð síðani vorðin ”kult” í Týsklandi, serliga í Berlin-økinum.

Á okkara døgum er ein bilur, sum er bygdur av illa-niðurbrótandi evni so sum plasti, og sum koyrir upp á oljublandað bensin, ikki tað mest politiskt korrekta, vit kunnu hugsa okkum. Kortini er Trabanturin elskaður og góðkendur fyri symbolska virðið.

Framleiðslan av Trabantinum helt uppat árið eftir, at Berlinmururin fall, og DDR-stýrið endaliga fall í 1990. Men tá høvdu teir dagført Trabantin við motori frá Volkswagen, men tað hepnaðist ikki so væl. Fleiri prototýpur vórðu bygdar gjøgnum árini, eisini ein 900 kubikk útgáva í diesel. Men tann ”ektaði” Trabanturin er og verður tann góða, gamla tvey-taktsdrivna útgávan – tillukku!