Kommunan yvirtekur Svangaskarð

Fíggjarnevndin hjá Nes kommunu mælir bygdarráðnum til at samtykkja, at kommunan yvirtekur ítróttarøkið á Svangaskarði frá Tofta Ítróttarfelag fyri lánsskuldina, sum er 2,5 miljónir krónur.

Á almenna bygdaráðsfundinum, sum verður í annaðkvøld, fer bygdarráðið í Nes kommunu at viðgera spurningin, um kommunan skal yvirtaka ítróttarøkið á Svangaskarði.

- Spurningurin hevur leingi verið viðgjørdur, og nú verður tað lagt fyri almennan bygdarráðsfund. Fíggjarnevndin mælir bygdarráðnum til at samtykkja, at kommunan yvirtekur ognirnar fyri 2,5 miljónir krónur, sum er lánsskuldin hjá felagnum.

Higartil hevur Nes kommuna stuðlað felagnum við upphæddini, sum svarar til rentur og avdrøg. At kommunan yvirtekur økið ber við sær, at tað verður ábyrgdin hjá kommununi at reka og viðlíkahalda ítróttarøkið.

Seinastu árini hevur kommunan í alt størri mun havt við raksturin av økinum at gera.

- Á eykaaðalfundi í 2011 fekk ítróttarfelagið heimild frá felagslimunum at samráðast við kommununa um møguliga avhendan av ognunum. Talan er um matr. nr. 358a, 358c og 358f. Ognirnar fevna um báðar fótbóltsvallirnar, uttanumøkið, áskoðaraplássini, rennibreytina, parkeringsplássini, atkomuvegin og ítróttarhúsini.

Á síni heimasíðu sigur Nes kommuna, at lítla húsið vestanfyri vøllin og grundøkið undir tí er ikki fevnt av avtaluni.

- Samráðingarnar um yvirtøkuna tóku dyk á seg, tá Fótbóltssamband Føroya í 2012 gjørdi av at byggja út á Svangaskarði fyri 12 miljónir krónur. Tá varð samstarvsavtala undirskrivað millum FSF og Nes kommunu, sum bar við sær, at FSF og kommunan skulu samstarva um útbyggingarnar á Svangaskarði.

Lagt verður aftrat, at avtalan millum kommununa og ítróttarfelagið ber við sær, at felagið fær tinglýstan rætt at brúka økið.