Sambært borgarstjóranum er ikki óhugsandi, at Tórshavnar kommuna keypir Bacalao, men tað verður kortini ikki fyri ein og hvønn prís, sigur Heðin Mortensen. Seinni í vikuni verður greitt, hvør prísurin fyri Bacalao verður. Og sambært Heðin Mortensen er ikki óhugsandi, at kommunan fer at keypa bygningarnar.
Heðin Mortensen segði við útvarpið í morgun, at teir fyribils fara at bíða eftir, hvussu bústjórarnir fara at áseta prísin fyri bygningarnar.
Bacalao hevur stóran týdning sum arbeiðspláss, og bygningarnir standa á leigaðum øki við einum leigusáttmála, sum gongur fram til 2014. So uttan mun til, hvør fer at leiga ella keypa Bacalao, má ein nýggjur leigusáttmáli gerast til ta tíð, sigur Heðin Mortensen við útvarpið.
Fyribils bíðar kommunan eftir prísmetingini hjá bústjórunum, tí bygningarnir verða ikki keyptir fyri einhvønn prís.