Kommunan skal skína

Nú um dagarnar fingu vit eitt skriv í postinum, sum heitir á okkum havnaborgarar um at fjálga um býin og planta trø og runnar. Eisini verður uppslýst um at umhvørvisvika verður komandi viku við ymiskum tiltøkum í hesum sambandi.
Alt gott um tað – og tað er gleðiligt, at býráðið hevur eyguni opin fyri, at vit skulu hava ein reinan og vakran bý fyri at trívast. Eg haldi annars, at Havnin er ein reinur og vakur býuir – tó við einum líti:
Gongubreytirnar eru fullar í hundalorti!
Tú mást hyggja teg væl fyri, tá tú ert til gongu. Tú mást hyggja niður fyri at kunna zigzagga ímillum hetta ótespiliga skarnið, sum altíð sløðist á teimum annars deiligu nýasfalteraðu sløttu gongubreytunum.
Eg má hava ein spaka til reiðar, tá eg skal í bilin, og nú ein dagin visti eg ikki av, fyrr enn eg hevði traðkað á ein fúlan stóran við bátabrúgvarnar – eg fór tí ikki í bátin sum ætlað men til hús aftur at sleppa mær av við skógvarnar.
Hvat kunnu vit gera fyri at sleppa undan hesum lisiteriabefongdu lortunum?
Aðrastaðir eru ymiskar royndir gjørdar, og nógvar hava hjálpt.
Kunnu hesar myndirnar geva eitt sindur av inspiratión?
----
Mortan Rasmussen