Kommunan selur ikki lýsingarpláss á lyktapelum

Nógv mundu udrast – ser­liga fólk, ið fáast við hand­i­l­s­lýsingar, tá Tórs­havn­ar Komm­una fyri nøkr­um vik­um síðani lat lýs­ing­ar­pláss ti­l hand­il­slýs­ing á nógv­um lykt­a­pelum á fleiri høv­uðs­vegum í Havn, eitt nú í R. C. Effersøesgøtu og á Ring­veg­num.

Vit hava sæð fyrr, at komm­unan hevur hongt bann­­arar upp, har eitt nú verð­­ur boðið væl­kom­in til ólavsøku ella um­hvørv­is­viku. Men at Tórshavnar komm­­una nú fór at selja hand­­ils­­lýs­ing­ar á lykt­a­pel­um, tað tyk­ist óhoyrt, ser­liga tá kommunan hev­ur verið so nógv eftir hand­ils­rek­andi, sum seta upp lýs­ing­ar­skelti.
Men talan er um eitt mis­tak, sigur Ingibjørg Berg, komm­un­u­stjóri í Havn, tá Sos­ia­l­ur­in spyr, hvussu nógv tað kostar at lýsa á hesum pláss­um.
– Í hesum einstaka før­i­­num tek­ur komm­un­an 2.012,50 krón­ur við mvg fyri upp­hang, men talan er sum sagt um eitt mistak, og tí er ann­ar prísur heldur iki sett­ur á fyri at lýsa, sigur komm­un­u­stjórin.
Spurd um, hvussu hetta sam­pakk­ar við ferðsl­u­trygd­ar­pol­i­tikk­in hjá komm­un­uni, og um ferðsl­­u­­myn­d­ug­lei­kar so sum politi o. o. hava viðmælt hes­um hátti at selja lýs­ing­ar­pláss sigur Ingi­bjørg Berg aftur, at talan er ikk um lýs­ing­ar­pláss, og tískil hava ferðslu­mynd­­u­g­lei­k­ar­nir ikki um­mælt hetta til­tak­ið.
Sam­bært komm­un­u­­stjór­a­num, ser er tað ein »stovn­ur«, sum hevur gjørt mis­takið við at hava fing­ið bann­arar at heingja upp.
Tað er brand­støð­in, sum hevur hongt bann­­arar upp og sent rokn­ing fyri ó­makin.
Rokningin er upp á 1.610 krónur pluss mvg. Tað er tað sama sum 146 krónur um dagin.