Kommunan má duga sær fíggjarligt hógv

Minnilutin í Tórshavnar kommunu kann ikki taka undir við, at skattatrýstið hjá borgarunum hækkar næsta ár. Minnilutin heldur tað vera rættari, at kommunan lækkar sínar rakstrarútreiðslur 30 mió. kr, ið svara til ta ætlaðu skattahækkingina. Minnilutin skal vísa á, at rakstrarútreiðslurnar hjá Tórshavnar Kommunu eru øktar 200 mió. kr. um árið tey seinastu 5 árini, og tí má tað vera rættast, at eisini kommunan dugir sær hógv, nú tíðurnar ikki longur eru so góðar, sum tær hava verið.

Minnilutin heldur, at skattaborgarin í kommununi er nóg hart kroystur fíggjarliga, og vit vilja heldur, at kommunan nú vísir góðan vilja og repar seglini nakað við at minka rakstrarkostnaðin, ið er øktur óvanliga nógv tey seinastu árini.

Minnilutin átalar harðliga, at meirlutin brúkar tey gomlu sum skálkaskjól fyri at hækka skattin. Ellis- og røktarheim, skúlar og barnagarðar eru sannuliga bygdir í kommununi, uttan at skatturin er øktur av teirri orsøk. Nú misbrúkar meirilutin tey gomlu fyri at burturforklára sína vánaligu fíggjarstýring av kommununi við at siga, at um ikki skattaprosentið hækkar, so kann einki ellisheim byggjast yviri við Strond. Minnilutin heldur slík úttalilsir vera sera ódámilig og beinleiðis óseriøs.

Minnilutin metir fíggjargongdina í kommununi vera sera álvarsama, og hava vit í fleiri ár víst á ta skeivu gongdina. Eisini til valið í 2008 vístu vit á, hvussu Tórshavnar Kommuna fíggjarliga gerst veikari og veikari, tí at hon verður støðugt meiri skuldarbundin. Minnilutin vísti á, at hendan gongdin fór at hava við sær hægri skatt fyri borgaran. Vit fingu tíverri rætt. Vit mugu samstundis staðfesta, at vit ikki megnaðu at kunna borgaran nóg væl um trupulleikan.

Minnilutin vil samstarva fyri at fáa kommununa aftur á beina fíggjarliga kós. Men hvørja ferð okkurt verður gjørt í kommununi, verður sagt alment, at meirilutin í Tórshavnar býráð nú hevur gjørt ella fer at gera hetta ella hatta. Dentur verður lagdur á, at tað er meirilutin og ikki býráðið, ið ræður í høvuðsstaðnum, og harvið er alt seriøst samstarv við okkum í minnilutanum útilokað. Meirilutin ræður og eigur ágbyrdina av teirri skeivu fíggjarligu gongdini í kommununi.


Sjúrður Olsen, fólkafl.
Jan Christiansen, fólkafl.
Vagnur Johannesen, fólkafl.
Annfinn Brekkstein, sambandsfl.