Kommunan keypti Klubban

Klaksvíkar kommuna hevur keypt karismatiska bygningin á Uppsalagøtu 23, sum á mannamunni er kendur sum “Klubbin,” skrivar Klaksvíkar kommuna.

 

Gjøgnum árini hevur ymiskt virksemi verið í bygninginum, sum bæði hevur verið handil, dansistað og seinastu tíðina karmur um virksemið hjá dartfelagnum og billiardfelagnum.

 

- Bygningurin er bæði søguríkur og rættiliga eyðkendur, so har eru talríkir nýtslumøguleikar, sum kunnu koma uppá tal einaferð í framtíðini, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum samstundis ger greitt, at verandi virksemið í bygninginum heldur fram í fyrstu atløgu.

 

- Bæði dartfelagið og billiardfelagið hava sítt virksemi í bygninginum, og tað heldur óbroytt fram. Kommunan arbeiðir við ómetaliga nógvum spennandi verkætlanum í løtuni, so vit hava ikki lagt upp til at byrja nakað nýtt við bygningum í nærmastu framtíð, men tá nú møguleiki var fyri at keypa bygningin, so vóru vit samd um at keypa hann, bæði fyri at tryggja kommununi bygningin og fyri at tryggja virksemið hjá teimum feløgunum, sum húsast har, sigur borgarstjórin.