Sjónleikarfelagið átti húsið.
Norðoya Sparikassi hevði pantið í húsinum, og býráðið hevur samráðst við sparikassan, og Fuglafjarðar kommuna yvirtekur nú pantið upp á fýra milliónur krónur. Harvið verður sparikassin loystur frá Mentanarhúsinum.
Sigurð Simonsen, borgarstjóri sigur, at kommunan nú fer at umvæla húsið og gera tað liðugt, sum ongantíð var fullført. Tað arbeiðið er mett at kosta 2,3 mió. krónur.
Býráðið hevur ikki tikið støðu til, um kommunan sjálv skal reka húsið, ella um uppgávan skal latast upp í hendurnar á øðrum.