Tórshavnar Kommuna er nú farin undir at gera eina ferðslutrygdarætlan, sum skal økja um trygdina og gera tað meira trygt hjá øllum borgarum at ferðast í ferðsluni.
Ætlanin er grundað á fakta frá óhappshagtølum og ferðsluútrokningum, men haraftrat spyr kommunan eisini borgarar til ráðs, fyri at fáa eitt meira fjølbroytt grundarlag fyri ætlanini.
- Vit hava brúk fyri hjálp frá borgarunum til at vísa á tey støð í ferðsluni, har borgararnir kenna seg ótryggar, verður sagt frá kommununi.
Til ber at luttaka í trygdarkanningini við at fara á eina heimasíðu og vísa á, um tað er eitt vegamót, tú ikki brýggjar teg um at fara yvirum, ella eitt vegastrekki, sum tú helst roynir at sleppa undan at ferðast á.
Møguligt er at luttaka í trygdarkanningini áðrenn 31. mai 2013, og harvið vera við til at ávirka ta nýggju ferðslutrygdarætlanina.
Leinkja til trygdarkanningina er her










