Fuglafjarðar komuuna mælir í tíðindaskrivi í morgun borgarum, handils- og vinnulívi til at taka væl ímóti nýggju deildini hjá Norðoya Sparikassa í Fuglafirði. Kommunan fer sjálv framyvir at hava ein virknan lut í samskiftinum við Norðoya Sparikassa sum fíggingarstovn, sigur býráðið:
» Í sambandi við at Norðoya Sparikassi letur deild upp í Fuglafirði mánadagin 18. februar 2013, so skal hervið verða fráboðað, at býráðið á henda hátt ynskir sparikassanum hjartaliga vælkomnum til Fuglafjarðar.
Eftir at Eik banki hevði tikið avgerð um at lata deildina í Fuglafirði aftur við virknað frá hósdegnum 14. februar 2013 at rokna, so hevur býráðið havt samskifti við leiðsluna fyri Norðoya Sparikassa um møguleikar fyri at lata upp deild í býnum.
Býráðið fegnast um, at komið er á mál, soleiðis at bankatænasta framvegis verður ein partur av virkseminum í býnum og eysturøkinum av Eysturoy sum heild.
Fuglafjarðar kommuna kemur framyvir at hava ein virknan lut í samskiftinum við Norðoya sparikassa sum fíggingarstovn, og vón býráðsins er, at borgarar, handils- og vinnulív taka væl ímóti nýggju deild sparikassans í Fuglafirði«
Fuglafjørður, tann 14. februar 2013
Fuglafjarðar býráð