Herfyri gjørdu borgarar í Havnar kommunu vart við, at kirkjugarðurin við Velbastaðvegin ikki sá eins væl røktaður út, sum hann vanliga plagar at gera. Grøðin hevur verið øgilig seinastu vikurnar, og tað sæst.
Men nú er gongd í og arbeitt verður av øllum alvi at snøgga og rudda kirkjugarðin. Arbeiðið fer at taka nakrar dagar, kanska eina viku, sigur Havnar kommuna.
Orsøkin til at grasið hevur ligið ósligið er, at júst hetta arbeiðið í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin av misgáum ikki var við í útbjóðingini, sum varð boðin út fyrr í summar.
Tá gjørt varð vart við hetta, varð felagið Hjálpirót biðið um at sláa garðin beinanvegin, og so verður røktin annars boðin út seinni í vikuni.
Tórshavnar kommuna harmast um mistakið, men hereftir verður garðurin hildin regluliga sambært avtalu við veitara, og smærri arbeiði annars verða býtt millum veitarar og umbiðin uttan útboð.