Tá Fremad Amager seinast var í superliguni, noyddust teir at spæla heimadystir sínar í Valby, tí Sundby Stadion ikki var góðkent til superligubólt. Ætlanirnar við einum nýggjum FC Amager tykjast hava vakt kommununa, tí nú er samtykt, at 27 mió kr. skulu nýtast til Sundby Stadion komandi fíggjarár. Hetta røkkur tó ikki til endaliga góðkenning, sum krevur eitt nú hita í vøllin. Í fyrstu atløgu verður tó syrgt fyri, at ljósviðurskiftini verða í lagi, eins og onkrar ábøtur til áskoðaraviðurskiftini annars helst eru í væntu.










