Hallbjørg Hansen
Fuglafirði
T
Undirritaða heldur, at tað er í hvussu so er eitt stig á rættari leið, at uppgávur, sum viðkoma lokal-samfelagnum verða lagdar út til kommunurnar at umsita. Eg haldi at vit skulu lata vera við at tosa um økisráð. Kommunurnar hava fingið barnaansingina, og vóni eg, at eldrarøktin verður yvirtikin komandi ár. Tað sigur seg sjálvt, at myndugleikarnir á staðnum áttu at veri teir næstu til at sæð hes-ar uppgávurnar sum sínar at loysa.
Onkur hevur funnist at, at landsstýrið í uppskoti til fíggjarlóg hevur boðað frá, at nakrar av uppgáv-unum á sosiala økinum verða fluttar til kommunurnar. Hetta kundi kanska verið fráboðað á annan hátt, men vilja vit heilsa hesum politikki vælkomnum.
Tað skuldi ikki verið orsøk at sagt frá, at við hesari gongd er neyðugt, at kommununar partur av skattainntøkunum má vaksa alt meðan landskassans partur minkar samsvarandi.
Her eru stórar avbjóðingar til verandi og komandi kommunustýrir, serliga har kommunurnar ikki eru so stórar, men eri eg tó púra vís í, at har viljin er, letur hetta seg væl gera, og at tað ber væl til at samarbeiða um tær uppgávur, sum kommunurnar enn eru ov smáar til at loysa hvør í sínum lagi.
Vit eru í hvussu so er fús til at fyrireika okkara kommunu til at taka okkum av øllum viðurskiftum, ið viðvíkja okkara borgarum.
Hetta, saman við einari skilagóðari fíggjarligari stýring, er gongda leiðin til størri kommunalt sjálvstýri.
Lokalt áræðið skapar fólkaræði.










