KOMMUNUPOLITIKKUR
? Fyri at kommunur skulu sleppa undan at samráðast hvør sær, var mett rættast at stovna eitt felag, sum kemur at taka sær av sáttmálasamráðingum vegna kommunur, sigur Jógvan Krosslá, sum umboðar felagið.
Hann siugr, at á aðalfundinum varð uppskotið til viðtøkur fyri kommunala arbeiðsgevarafelagið viðgjørt. Tær vóru frammanundan sendar øllum kommunum í landinum saman við fráboðan um ætlan at stovna kommunalt arbeiðsgevarafelag.
Tær størru kommunurnar hava á býráðsfundi samtykt at lima seg inn í felagsskapin KA, og eru hesar kommunur við hesum klárar at fara til sáttmálasamráðingar.
? Ynskiligt hevði verið, at allar kommunur í Føroyum vóru savnaðar í einum og sama felagsskapi, um ikki tað verður møguligt, so er ynskjand,i at samráðst verður saman, heldur Jógvan Krosslág, sum leggur afturat, at hetta serliga er fyri, at yrkisfelagsskapirnir skulu vita, hvønn tey skulu samráðast.
Felagið hevur eisini tosað við formannin í Føroya Pedagogfelag, Caritu Bjørklund, og metir hon, eins og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, at sum støðan er vorðin, verður tað mett rættast at nýta ta tíð, sum krevst, fyri at felagsskapirnir, sum skulu samráðast, eru klárir til tess.










