Kommunalpolitikarar snorksova

Onkur vaknaði við kaldan dreym,tá tað vísti seg, at landið ikki vil gjalda sín part av barnaverndarøkinum

Finnleif Guttesen
Tvøroyri

Tað er okkurt heilt galið, tá ið ein vanligur kommunalpolitikari kann góðtaka, at tey, sum hava tí minstu inntøkuna, skulu bløða fyri, at landið blakar ábyrgdina frá sær og at nakrir borgarstjórar, ið sýnast at verða fongdir við stórlætisørskapi, vilja yvirtaka bæði eitt og annað frá landinum, uttan bindandi avtalur.

Ein fíggjarlig bumba
Vit mugu vóna, at fólkavaldu kommunalpolitikarar, sum hava ligið í fasta svøvni, eru greiðir yvir, at landið hevur og ætlar, at turka hesar útreiðslur av uppá kommunurnar.
 Barnavernd
 Eldraøki
 Botnfrádrátt í kommunuskatti
 FAS
 Bókasøvn
 Skúlabarnaflutning
 Næmingagjaldi í musikkskúlunum
 O.s.v
Hetta er ein fíggjarlig bumba, ið kommunurnar fara at merkja svian av, tá ið hon brestur. At løgtings-og landsstýrismenn siga, at pengar fylgja við, er føgur orð uttan innihald, tað er jú ein almennur sannleiki.

Hvør skal gjalda
Sjálvsagt skal borgarin gjalda, ætlanin er at kommunuskatturin skal hækka, og við núverandi skattaskipan er tað Palleba og Marsanna, sum tjena minst, ið verða harðast rakt. Tað liggur í kortinum, at hvørja fer útreiðslurnar hækka so hækkar kommunuskatturin og tey lágløntu merkja svian. Vónandi sita arbeiðarafeløgini ikki hendur í favn.
At vanligir kommunalpolitikarar lata hesar omanfyri nevndu borgarstjórar, draga seg eftir hárinum og koma kommunurnar í fíggjarligt óføri, er óhoyrt. Tí vóni eg, at tey vakna og gera vart við seg, tí tann fíggjarligi avtalan millum land og kommunu er yvirhøvur ikki komin uppá pláss.

Noreg, ríkasta land í verðini
Tað er eingin bindandi avtala millum land og kommunur um fíggjarliga leistin og er tað ein dáragerð móti borgarunum í kommununum, at yvirtaka nakað sum helst, áðrenn ein 110 prosent greið avtala er komin upp á pláss.
At landið nú sigur, at 60 milliónir í skattalætta skal verða endurgjald fyri yvirtøkur er at fullspotta borgaran, og halda, at hann er býttur.
Hyggi at Noreg, ríkasta land í verðini og kommunurnar har hava ikki ráð, at geva nøktandi tilboð til eldraøki, tí landið vil ikki stuðla nóg nógv.