Kommunalir bygningar brúka alt ov nógva orku

Um starvsfólk og brúkarar á stovnum hjá Tórshavnar Kommunu minnast til at sløkkja eftir sær, kann kommunan spara minst 3 milliónir kr. árliga. Hetta vísir nýggj kanning hjá kommununi

Orkunýtslan hjá øllum bygningum í Tórshavnar Kommunu er nú kannað, og ikki óvæntað er úrslitið lítið at reypa av: Bygningarnir brúka alt ov nógva orku.

Eitt nú verður sagt, at miðal orkunýtslan í bygningunum er tríggjar ferðir hægri enn í kommunalum nýbygningum í Danmark. Hetta kemst av, at danskar kommunur longu hava gjørt umfatandi átøk til tess at minka um orkunýtsluna í almennum bygningum. Eitt nú við betri bjálving, við at nýta alternativa orku og sum heild at hava eina umhvørvisvinarligan politikk, hugburð og atburð. Í kanningini verður sagt, at bara við at broyta atferð kunnu vit spara 3 milliónir krónur árliga av skattaborgarans pengum.

Elin Lindenskov er forkvinna í Heilsu- og umhvørvisnevndini, sum hevur biðið um at fáa orkunýtsluna í kommunalum bygningum kannaða. Hon er sera fegin um, at kanningin nú er liðug, tí, sum hon sigur:

- Vit kunnu bara handla, um vit hava nakað at handla útfrá. Og eins og á so nógvum øðrum økjum hava vit saknað hagtøl at gera umhvørvispolitikk út frá, so hetta er avgjørt ein byrjan, sigur hon við Sosialin.


Fyrst broyta atferð

Tað er ráðgevandi verkfrøðingafyritøkan P/f Sofus M. Jacobsen, sum hevur staðið fyri kanningararbeiðinum, har endamálið var at kanna, hvussu orkunýtslan og útlátið kunnu minkast.

Frágreiðingin, sum nú fyriliggur, er fyrsti partur av kanningini. Har mælir fyritøkan til, at kommunan kunnar almenningin um orkunýtsluna, og hvussu hendan kann minkast við atferð.

- Tað er eitt sindur hugstoytt at hugsa sær, at bara við at broyta atferð kunnu vit spara fleiri milliónir krónur, sigur Elin Lindenskov, sum ætlar, at næsta stig skal vera, at kommunan orðar ein rættiligan orkumálsetning og umhvørvispolitikk, sum allir brúkarar av bygningum hjá kommununi kenna.


Ráðgevingin haltar

Forkvinnan í Heilsu- og umhvørvisnevndini vónar, at kanningin eisini kann vera við til at varpa ljós á, hvussu til ber at hugsa umhvørvi inn longu í sambandi við nýbygningar og umvælingar. Hetta kunnu privatu húsarhaldini eisini fáa ágóðan av. Í hesum sambandi ímyndar Elin Lindenskov sær, at kommunan kann veita ráðgeving til borgaran.

- Ráðgeving er ein stór mangulvøra her á landi. Til dømis upplivdi eg tað sjálv herfyri, tá vit ætlaðu at fáa okkum sólarorkuskipan við hús. Men har var ongin óheft kunning at fáa nakrastaðni, sigur Elin Lindenskov, sum kundi hugsað sær eina óhefta kunningarstovu, har bæði borgarar ella myndugleikar kunnu venda sær til.


Fara víðari

Nýggja kanningin av orkunýtsluni hjá bygningum í Tórshavnar Kommunu verður løgd fram fyri Heilsu– og umhvørvisnevndina í kvøld, týskvøldið. Tá skal nevndin taka støðu til, um farast skal undir við annað stig av kanningini, sum skal geva eina meting av orkurakstrinum, umframt átøkum og ráðgeving í alternativum orkuloysnum. Elin Lindenskov ivast ikki í, at nevndin fer at taka undir við, at arbeiðið kann halda áfram.




FAKTA::

Broytingar í atferðini kann vera at sløkkja el og hita, har tað brennur óneyðugt, og at innstilla og brúka oljufýringar og eltól rætt.


FAKTA::

Miðal orkunýtslan í bygningum hjá Tórshavnar Kommunu er 241 kWh/m2 árliga. Sama tal fyri nýbygningar hjá donskum kommunum er áleið 80 kWh/m2 árliga.