Almennur pallborðsfundur hósdagin 9. mars kl. 20.00, í Glæmuni í Kvívík
Á heysti 1998 kom tann leingi væntaða frágreiðingin frá kommununevndini. Álitið var rúgvusmikið, men almenna orðaskiftið aftaná, stóð als ikki mát við tað umfatandi álitið. Tí síðani kommuniálitið varð almannakunngjørt hevur nærum onki verið at hoyrt um, hvørjar broytingar ið eru á veg í kommunalu skipanini í Føroyum. Tað kemst neyvan av ongum, tí líkt er til at politisk semja enn ikki er funnin um, hvussu kommunurnar skulu endurskipast og hvørji málsøki tær skulu umsita.
Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag heldur tað ikki vera nøktandi, at naggatódn er komið í hetta umráðandi málið. Kommunali bygnaðurin í einum landi hevur stóra ávirkan á dagliga lívið hjá borgarunum, og tí er tað ikki haldbært at politisku avgerðirnar í kommunu-málinum støðugt vera útsettar. Neyðugt er tí at fáa innlit í, hvar teir politisku trupulleikarnir í málinum eru, og ábendingar um hvussu teir kunnu loysast, og tí hevur felagið tikið stig til henda fundin.
Men tað er eins umráðandi at vit føroyingar gera okkum greitt, hvat vit vilja við kommununum. Í staðin fyri bert at endurskipa tær tí tær eru ov smáar, mugu vit avgera hvørjar uppgávur tær endurskipaðu kommunurnar skulu røkja. Tí miðar fundurin eisini ímóti at greiða verður fingin á, hvørjar uppgávur ið skulu leggjst út til tær endurskipaðu kommunurnar. Og her er ein ørgrynna av ósvaraðum spurningum: Hvussu verður framtíðar uppbýtið millum land og kommunur? Merkir endurskipanin av kommununum, at almenn umsiting verður flutt úr miðstaðarøkinum til útjaðaran? Er vandi fyri vinar- og kenningapolitikki, um tær endurskipaðu kommunurnar fáa ov stórt vald? Á hvønn hátt skal eftirlitið við kommununum skipast? Hvønn týdning fáa kommunumørkini í framtíðini?
Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag væntar ikki at allir hesir spurningar vera svaraðir á einum fundi. Men kann skjøtil setast á nakrar av teimum, er endamálið við fundinum rokkið. Somuleiðis kann roknast við, at stórur áhugi er í at tjakast um tey nýggju kommunumørkini aftaná eina endurskipan, men ivasamt er um tíðin er búgvin til at gera nakra greiða niðurstøðu um henda spurningin.
Við pallborðið sita:
Anfinn Kallsberg, løgmaður Fólkaflokkurin
Høgni Hoydal, varaløgmaður Tjóðveldisflokkurin
Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður Javnaðarflokkurin
Leivur Hansen, býráðsformaður Tórshavn
Gunn Joensen, bygdaráðsformaður Vestmanna
Malan Johansen, tíðindafólk fyrrv. skrivari í Kommununevndini
Orðstýrari verður Øssur av Steinum, sigur Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag.