Á kommunustýrisfundi í Vága kommunu hin 20. mars samtykti kommunustýrið at góðkenna eina taðingarætlan fyri garðin á Giljanesi. Kommunan samtykti at geva garðinum loyvi til at taða sambært kunngerð nr. 72 frá 29. mai 2012 um taðing.
Endamálið við hesi kunngerð er at tryggja, at taðing ikki elvir til dálking av umhvørvinum, heilsuvanda ella ampa í nærumhvørvinum, men endamálið er eiisini at fremja nýtsluna av tøðum sum tilfeingi.
Ein kommuna, sum ætlar sær at loyva taðing, skal sambært kunngerðini krevja, at ábyrgdarin ger eina taðingarætlan sum lýsir, hvussu taðingin verður skipað, og hvar tøðini verða sprænd.
Henda ætlan skal sendast kommununi til góðkenningar, og tað er kommunan, sum hevur eftirlit við, at ásetingarnar í kunngerðini verða fylgdar.