Tvøroyrar kommuna bjóðar nú út grassláing á kommunalum økjum í kommununi og ávíst reinhaldsarbeiði í miðbýnum. Tey, ið hava hug at taka sær av hesum fyri kommununa, eru vælkomin at bjóða seg fram.
Kommunan ynskir, at tilboðini upp á ávikavist grassláing og reinhald vera skild sundur, men fólk kunnu antin bjóða upp á bæði - ella bara upp á annað.
Tá ræður um grassláing eigur kommunan umleið 14.000 fermetrar í 43 ymiskum pettum, harav 16 - ella 4.160 fermetrar - eru í økinum við skúlan í Trongisvági, meðan 21 - ella 5.405 fermetrar - eru í miðbýnum á Tvøroyri.
Haraftrat eru umleið 4.031 femetrar í kirkjugørðum og 755 fermetrar kring tríggjar minnisvarðar.
Í útbjóðingartilfarinum sæst, hvussu ofta økini skulu sláast í tíðarskeiðnum frá juni til august. Í miðbýnum á Tvøroyri snýr tað seg um at lúka ókrút og annars vanligt reinhald av vegum, gongubreytum og almennum økjum í summarmánaðunum.
Tilboðið upp á reinhald snýr seg ikki um grassláing og sóping sum so av koyribreytum, men Tvøroyrar kommuna sigur, at talan tó kann vera um at sópa gongubreytir eftir tørvi.