Tað er kommunan, sum hevur ræðið og myndugleikan á kommunalum vegi.
Tað staðfestir Rannvá Ragnarsdóttir, løgfrøðingur í einum uppriti til býráðið í Eysturkommunu um vegin í sambandi við Norðoyatunnilin
Býráðið hevur eisini biðið hana um eitt upprit um málið og hon sigur, at tað skulu tungtvigandi og sakligar grundgevingar til, fyri at stongja vegin til Norðoyatunnilin.
Eitt sakligt atlit kann vera, at kommunan á sinni hevur givið íbindignarloyvi undir skeivum fortreytum.
Í fyrsta lagi hevði kommunan orsøk til at halda at talan var um tíðaravmarkaða íbinding og loyvið var eisini tíðaravmarkað.
Tað er eisini eitt sakligt atlit, at fyri trygdina vil kommunan hava so fáar íbindingar í tann kommunala vegin sum til ber.
Tað kann eisini vera eitt sakligt atlit, at kommunali vegurin er ikki gjørdur til slíka ferðslu.
Hinvegin er vegurin lívæðrin hjá norðoyingum og tí skulu serstakliga góðar orsøkir til at stongja vegin. Men talan er um kommunalan veg, sum onnur ikki kunnu binda í, uttan at fáa loyvi til tað.
Men hóast tað skulu góðar og sakligar orsøkir til at vegurin er opin, er tað niðurstøðan hjá løgfrøðinginum, at kommunan hevur ikki skyldu til at hava vegin opnan fyri ferðslu í sambandi við Norðoyatunnilin.
- Eysturkommuna hevur soleiðis møguleika til at steingja vegin, sigur Rannvá Ragnarsdóttir.
Les eisini greinina: Annika Olsen kann fáa ein møguleika afturat