Annika Sølvará, stjóri fyri Granskingarráðið
------
Komm-on, attakka!
Soleiðis ljóðaði úr stovuni nú ein dagin. Har sótu 9 ára gamli sonurin og tríggir aðrir smádreingir við hvør sínum teldli, ella aipad, sum teir kalla tað, og spældu spøl. Hvør teirra átti hetta nýføroyska veit eg ikki, men tað kann gera tað sama, tí teir tosa allir soleiðis, tá teir spæla telduspøl.
Spølini eru øll á enskum og teir stava seg ígjøgnum eina ørgrynnu av orðum, sum teir hvørki vita, hvat merkja á enskum ella føroyskum. Við hjálp frá teimum vaksnu rundanum seg og við at royna seg fram, læra teir fleiri nýggj ensk orð hvønn dag, uttan at hava havt ein tíma undirvísing í enskum í skúlanum enn. Danskt lærdu teir úr sjónvarpinum, so væl, at teir javnan tosaðu danskt sínámillum í barnagarðaldri, um spælið var eitt av teimum, sum teir høvdu sæð í sjónvarpinum.
Tað at læra mál gjøgnum spæl er ein gáva, sum vit øll eiga at skatta. Tað er nógv stuttligari og skjótari at læra, tá tú tímir væl, ja hungrar eftir at læra fyri at klára enn eina avbjóðing. Hetta eru gomul tíðindi, eg veit. Nettupp tí undrar tað meg stórliga, at vit ikki hava oyst pengar og orku í føroyskt tilfar til børn okkara, so tey kunnu lurta og spæla seg til at læra móðurmálið á ein stuttligan og innbjóðandi hátt. Onnur lond hava viðurkent, at tað er alneyðugt at koma við nýggjum tilfari, spølum og appum, í flestu førum ókeypis fyri brúkararnar, fyri at serliga børn og ung skulu hava nøktandi avbjóðingar á egnum máli, ikki minst fyri at klára seg í kappingini við enska málið.
Nú, tá onkrir skúlar eru farnir at brúka teldlar, uttan at føroyskt tilfar er klárt til hendan miðilin og áðrenn vit hava havt eitt líkinda kjak um, hvat teldlar kunnu brúkast til og hvørjir vansar kunnu vera, haldi eg, at tað er alneyðugt, at vit taka okkum um reiggj og fara undir eina umfatandi, skipaða og tilvitaða menning av tilfari.
Herfyri var fyrsta almenna tiltakið í Føroyum fyri fólk við áhuga at gera telduspæl - FT Game Jam. Tosað var um, at menning av telduspølum er ein skjótt vaksandi og lønandi vinna, sum væl kundi fingið fótafesti í Føroyum, um karmarnir vóru teir røttu. Eg hugsi, um tað kanska hevði borið til at fingið tvær flugur í einum – latið Námi ein ordiliga stóran posa av pengum, sum fakfólkini har síðani kundu bjóðað fólki at arbeitt við til føroysk (og føroyskt tillagað) telduspøl innan teir karmar og við teirri kravfesting, sum Nám metir er neyðug til gott føroyskt lærutilfar.
Ella skulu vit framhaldandi tosa og bíða eftir onkrum ítøkiligum skelki ala PISA, fyri at fáa fólk at vakna? Og er tað veruliga neyðugt við einum mentalum jarðskjálvta við jøvnum millumbilum fyri at halda áhuganum á evninum viðlíka? Aftaná PISA-kjaftfiskin var alt á gosi, nú skuldi handlast! Ája, her má okkurt gerast. Játtan til fleiri tímar í skúlunum og til gerð av undirvísingartilfari. Lesivikur og onnur kreativ átøk. Serlig útbúgving. Fín átøk, men puff, so fer luftin spakuliga úr ballónini. Áhugin minkar og játtanirnar tódna. Tað gongur sjón fyri søgn, hvussu stuttmint vit eru, tá hugt verður at játtanini til Nám. Hendan átti at vaksið ár undan ári, men er minkað støðugt síðani PISA hæddarpunktið og stendur nú í stað.
Nei taðveitdenn, eg sigi sum smádreingirnir: “Komm-on, attakka!” Kom og ger eitt ordiligt hol í sjógvin og gevið børnum okkara nýtt, spennandi, kveikjandi føroyskt tilfar ókeypis, áðrenn annaðhvørt orð á føroyskum er enskt, í frægasta føri í føroyskum búna, eins og tað er í donskum í dag.