Klokkan 12:20 í dag fór fyrra ferðalagið, ið skal til Jersey at umboða Føroyar á oyggjaleikum, avstað úr Vágum.
Flogtúrurin gekk væl, og tók á leið 2 tímar. Fólk eru nú komin uppá pláss á teimum hotellunum, tey skulu búgva á.
Veðrið á Jersey er av tí besta. Hitin liggur um 25 stig, og sólin skínur bæði oman og niðan.
Seinni í kvøld kemur seinna ferðalagið við føroyskum ítróttarfólk til Jersey. Tey flúgva úr Føroyum klokkan 19:35, og klokkan í Føroyum og á Jersey er hin sama.
Niðanfyri ber til at síggja myndir, sum myndaðurin, Sigmar Mørkøre hevur tikið á vegnum til Jersey.










