Tað er ikki tað, summi vilja gera fyri at gera heimin betri hjá okkum øllum somlum at vera í. Onglendingurin, Erthian, hevur fingið tað sermerkta hugskot, at hann skal ferðast kring heimin –og tað skal hann gera, uttan at hava pass við sær og uttan at hava eina krónu í lummanum. Nú er hann so komin til Føroya og seinnapartin vitjaði hann borgarstjóran í Havn.
Samstundis er gátan um mannin, sum vit avmyndaðu á info í gjár í við rundkoyringina í Søldafirði, har hann stóð við einum skelti við eini aheitan um frið.
Les eisini: Hvat ger hesin maðurin
Earthian kom til Føroya í gjár úr Skotlandi og g úr Føroyum ætlar hann sær leiðina til Íslands.
Men tað er ikki bara sum at siga tað, tí eftir vitjanina hjá manninum á Vaglinum í Havn, skrivar Tórshavnar Kommuna, at maðurin fortelur, at hann hevur ikki brúkt so mikið sum eina krónu síðani friðarferðin byrjaði á heysti 2012.
Kortini hevur hann ferðast bæði í Kina, Russlandi og Miðeystri. Hann sigur seg ikki hava nortið pengar í fleiri ár, og haraftrat er hann komin inn í so at siga øll lond uttan pass. Við sær hevur hann bara ein lítlan hvítan lepa við telefonnummari og t-posti, sigur Tórshavnar Kommuna.
|