Komin heimaftur

ÚTRÓÐUR Hann var áður heimahoyrandi í Skálavík, men varð seinni seldur vestur í Vágar. Nú er útróðrarbáturin Grindafossur komin aftur til Skálavíkar.

Grindafossur, sum varð bygdur í 1987, ber kenningsmerkið SA 146.

Tað eru feðgarnir, Grímur Kamban og Magnus Jacobsen sum hava keypt gamla Grindafoss aftur til bygdina.

Grindafossur er 10,3 metrar langur, 3 metrar breiður og er 6,5 bruttotons stórur. Motorurin er av slagnum Cummins.

Sandoyarportalurin skrivar, at tað var Tórstein Christiansen, sáli sum átti bátin av fyrstan tíð.