Komin hartil eg ætlaði

Tá Sofus Clementsen fyri fýra árum síðani tók við starvinum sum stjóri á Postverk Føroya, gav hann sær sjávum fýra ár at finna nýggju beinini hjá stovninum at standa á. Tað kom helst óvart á tey flestu, tá tíðindi í morgun bórust um, at stjórin í Posta seinastu fýra árini, Sofus Clementsen, hevði sagt seg úr starvi. Men fyri fráfarandi stjóran var tíðin júst hin rætta.

- Eg og nevndin eru samd um, at hetta er júst rætta løtan at leggja frá mær, og eg føli eisini, at mær nýtist eitt time-out nú, sigur Sofus Clementsen.

Hann sigur, at tíðin hevur verið sera spennandi, og at hann hevði arbeitt saman við dugnaligum og loyalum fólki.

- Har, sum fyritøkan stendur í dag, er júst rætta løtan at taka time-out. Vit hava verið gjøgnum nógvar broytingar. Hetta hava verið fýra ógvuliga spennandi ár, men talan hevur eisini verið um hart arbeiði, sigur Sofus Clementsen.

Hann setti sær sum mál at brúka fimm át at finna nýggju beinini hjá stovninum at standa á.

- Í mun til tær upprunaligu ætlanirnar eru vit komin hartil, sum vit ætlaðu, og Posta er ein sunn fyritøka í dag. Væntaða úrslitið í dag er munandi betri, enn framan undan roknað við, og tað sigur nakað um, sigur Sofus Clementsen.

Hann fer nú at halda nakrar vikur frí, men hann er fegin um tíðina, hann hevur verið á Posta.

- Mín gerandisdagur hevu verið ógvuliga positivur hvønn einasta dag. Eg havi havt høvið at arbeitt saman við nøkrum fantastiska loyalum starvsfeløgum og einari góðari nevnd. Eisini eri eg glaður fyri, at tað er Hjørdis, ið nú tekur yvir, tí hon er ein fantastiskur stjóri, og starvsfólkini kunnu gleða seg, sigur Sofus Clementsen.