Komið fyri at vera

20. oktobur byrjaði Ansni í Suðuroy og Signar Strøm sigur, at Ansni er komið fyri at vera

 

20. oktobur byrjaði Ansni í Suðuroy og Signar Strøm sigur, at Ansni er komið fyri at vera

- Vit hava fingið nakrar álítandi og góðar kundar, bæði privatar og almennar, frá stórum bankum til minstu handlar. So kundagrundarlagið spennir víða longu nú, sigur Signar Strøm.

 

- Ansni er komið fyri at vera, tað er heilt vist. Her er ein tørvur á tílíkari tænastu, og vit ætla okkum at veita hana. Økta vinnuvirksemi her suðuri ger, at tað heilt víst er eftirspurningur eftir slíkari vaktartænastu, sigur hann.

 

Virksemi hjá felagnum er tað sama sum Ansni norðanfyri bjóðar. Talan er um eftirlit við virkisbygningum, skipum og bátum og skjótt fer Ansni eisini at bjóða sær at taka sær av peningaflutningi fyri bankarnar.

 

Signar Strøm sigur, at nógv tilboð eru úti og Ansni vónar at fáa fleiri kundar. Ansni leitar í løtuni eftir egnaðum skrivstovuhølum, og vónar soleiðis at gerast fastur partur av býarmyndini her suðuri.

 

- Arbeiði hjá okkum er sera einfalt – At syrgja fyri, at tað er trygt hjá øðrum. Kundin fær hvønn morgun ein teldupost frá okkum, við váttan um, at vit hava verið á hvørjari hurð og kannað um hon er opin. Eisini fær kundin eina viðmerking, um okkut var á vási, tað vil siga um hurðin er opin ella vaskimaskina tendrað. Vit kanna allar hurðar og øll vindeygu, um kaffimaskinur og vaskimaskinur eru sløktar og at eingi óviðkomandi eru á økinum,  sigur Signar Strøm.

 

- Á ein hátt kan ein siga, at leiðarin av fyritøkuni rindar fyri at fáa ein góðan náttarsvøvn. Hann kann fara heim og verða tryggur í vissuni um, at onkur annar ansar eftir fyritøkuni, meðan hann er burtur. Vit bjóða jú tænastuna 365 dagar um árið, jólaaftan og jóladag, nýggjársaftan og nýggjársdag, og páskadag, sigur Signar Strøm.

 

Signar Strøm sigur, at endamálið hjá Ansni er at fyribyrgja innbroti og herverki, vatnskaða og eldsbruna.

- Onkrar fyritøkur spyrja, um tey ikki bara kunnu fáa eitt klistrimerki at seta á rútin. Tað ber sjálvandi ikki til, men tað vitnar um, at hetta er ein álitisvøra, vit hava. Tey vita, at tað riggar, sigur Signar Strøm.

 

Signar greiðir frá, at hann leingi hevur hugsað um, at fara í holt við okkurt tílíkt vaktarvirksemi, men fleiri heittu á hann at tosa við Helga Justinussen í Ansni fyrst og vita, um teir kundu gera okkurt samstarv.

- Eg setti meg so í samband við Helga, sum segði, at hann hevði havt ætlanir at byrja okkurt í Suðuroynni, men at hann fyribilis hevði lagt tær á køl. Vit samskiftu so aftur og fram um ætlanirnar, og hálvtannað ár eftir fyrstu samrøðuna settu vit hol á virksemi her suðuri. Vit gjørdist samdir um, at eg skuldi arbeiði fyri Ansni, sigur Signar Strøm.

 

Hann greiðir frá, at tað er dýrt at byrja úr ongum, tað eru nógvar byrjunarútreiðslur og at ein jú eisini má hava fleiri starvsfólk longu frá byrjan av.

- Tað passaði tí ógvuliga væl, at teir høvdu ætlanir um at byrja her suðuri, so at eg kundi fáa hjálp at byrja virksemi her suðuri.

 

Signar Strøm hevur arbeitt í níggju ár í løgregluni har suðuri, sum eykamaður, so hann veit eitt sindur um, hvat krevst í einum slíkum starvi.

- Tað gevur eina góða byrði í lastina, at hava roynt líknandi arbeiði fyrr, sigur Signar Strøm.

 

- Tað tekur tíð at byggja ein kundaskara upp, men vit ivast ikki í, at tørvurin er til tess, og hann royna vit so at nøkta, sigur Signar Strøm.