Komið við Miðlahúsinum til frumsýning

Í morgin verður nýggi føroyski leikurin frumsýndur. In.fo verður á staðnum.

At ein føroyskur leikur verður skrivaður og frumsýndur á Tjóðpallinum er ein stórhending. Okkara dugnaligu mentafólk innan sjónleik fara í annaðkvøld at sýna fram nýggja leikin eftir Jóanes Nielsen.

 

In.fo fer tí at gera prát við leikarar, ummælarar og onnur knýtt at leikinum, tá ið frumsýningin verður í annaðkvøld.

 

Tað er klokkan 19.00, at Havfrúgvin verður sýnd fyrstu ferð. Ein tíma áðrenn tað bjóðar Tjóðpallurin til hugnaløtu á staðnum við champagnu og øðrum. Í annaðkvøld kanst tú síggja videobrot, myndafrásagnir og samrøður frá leikinum á in.fo.

 

Um leikin skrivar Tjóðpallurin:

 

Á stálpallinum - millum kærleika og fiskivinnu - hitta vit Olivar, ið gjørdist avlamin á trolaradekki‚ hvørs einasti reiðskapur nú eru kjafturin og myndatólið. Gjøgnum hansara kritisku eygu, og sambondini sum hann hevur við familju og kenningar, uppliva vit Føroyar í dag.

 

HAVFRÚGVIN er ein nútíðarleikur um kærleika‚ dreymar og líkasælu, har sambond knýtast og slitna og lívið fer sína kós. Jóanes Nielsen setur sjóneykuna á menniskja í vakstrarsamfelagnum Føroyar 2016.