Komi við einum skipi afturat beinanvegin

Kl. 09 var tíðindasending, sum vanligt er.

 

“Teistin” hevur tekniskt brek varð sagt, maðurin frá Strandferðsluni hevði beinleiðis einki at siga fólkið í Sandoynni, nær sigling verður aftur.

 

Men segði meira hábarsliga, at Teistin hevdi silgt kl 07, men tað er also kl 0645, og legði afturat, at 60 fólk sloppu yvirum, so tað var í lagið.

 

Men tað er ikki so! Kl. 0810, tá fer tað mesta um fjørðin.

 

Sjálvandi skuldi eitt skip verði sett í sigling, ella ein av teimum stóru glastrevja bátunum, beinanvegin! Ella fari í gongd við, at fáa eitt skip at sigla, saman við Teistanum, tí tað var gjørt bæði um Leirvíksfjørð og um Vestmannasund, ístaðin fyri at meyla um eina gjaldsskipan, sum fer at jarðleggja vinnulívið í Sandoynni.

 

Hvat í allari víðu verð siga fólk á Føroya Løgtingi um henda startin, dagin fyri Mikkjalsmessu.

 

Hetta er ein neyðarróp úr Sandoyar Sýslu. Eg skal minna tykkum í løgtinginum á, at enn er Teistin okkara “asfalt”, so komið við einum skipi afturat beinanvegin, so tað verður Teistin pluss eitt annað skip.

 

Tí allur áhugi fyri Sandoynna, verður dripin á henda hátt.

 

So mínir góðu vinir Páll á Reynatúgvu og Jónleif Johannesen, farið til arbeiðis og taki eitt tak fyri Sandoynna.

 

Vinarliga

 

Gerhard Lognberg

borgarstjóri í Skopun