Sniðstevna, Reykjavík
Tá tú ert ein av hundrað, og ætlar tær at kappast við hini 99, so er rættiliga torført at gera seg galdandi, um tú bara roynir at gerast betri enn tey til tað, sum tey gera.
Eitt dømi kundi verið hondbóltur. Um tú skalt gerast ein góður hondbóltsspælari, so kappast tú í veruleikanum ímóti øllum hondbóltsspælarunum í øllum heiminum. Tað eru enntá nógvir hondbóltsspælarar í Føroyum, og tí er sjálvt tann kappingin beinhørð. Velur tú hinvegin at gera okkurt heilt annað – okkurt bæði øðrvísi og kanska eisini vandamiklari, so er kappingin als ikki so hørð.
-Tað eru ikki meira enn eini fýra-fimm av hundrað, sum tora at taka kjansir, so tá er kappingin hørð upp á sín máta, men slett ikki so hørð, sum innan t.d. hondbóltin, fortelur Heini Zachariassen.
TORA
Og Heini Zachariassen veit hvat hann tosar um. Hann var við til at stovna fyritøkuna Bullguard, sum skuldi kappast við risastórar fyritøkur, sum t.d. Microsoft á teldutøknimarknaðinum. Og tað gekk (og gongur) sera væl. Hesar og aðrar royndir á arbeiðsmarknaðinum, hava givið honum eitt fundament, sum hann heldur enn gjarna vil siga øðrum íverksetarum fra, og tað fingu so sniðgevar og onnur at vita eitt sindur um í Íslandi.
Framløgan hjá Heina spenti víða, men samanumtikið má sigast, at lyklaorðið var at “tora”. Tú skalt tora at hugsa øðrvísi, tora at trúgva upp á teg sjálva(n), tora at leggja hugskot tíni fram, tora at fara til banka ella íleggjarar og selja vøruna, tora at fara út um landoddarnar og tora at hugsa uttanfyri kassan.
-Hetta er ikki vandamikið. Hetta er ikki nakað mann doyr av. Tað kann vera, at onkur missir eitt sindur av pengum upp á eina verkætlan, men so verða teir vunnir inn aftur upp á onkra aðra. So tað er bara at fara í gongd, sigur Heini Zachariassen, íverksetari.