Komið og syngið við í Hëndels Mesias!

Havnarkórið við stuðuli úr Vestmanna Sangkóri og í samarbeiði við Føroya Symfoniorkestur framførdi í fyrra ári í adventstíð oratoriið Mesias eftir Georg Fr. Händel. Framførslurnar vóru í Fríðrikskirkjuni á Torftum og í Vesturkirkjuni í Havn.

Händels Messias er eitt tað mest umtókta stórverkið í musikksøguni, og mangastaðni er tað siðvenja regluliga at framføra hetta fagnarverk fram móti jólum ella um páskatíð. Havnarkórið hevur eftir royndirnar fyrra árið avgjørt at skipa fyri Messias-framførslum í Føroyum annað hvørt ár, og í morgin, sunnudagin 13. september, verður lagt fyri við fyrstu venjingini.

Ynski kórsins er at bjóða sangarum úr øðrum kórum og annars øllum við kórroyndum at verða við, so at hetta kann gerast ein afturvendandi kóruppliving hjá einum størri sangaraskara at síggja fram til.

Men ikki allir kórsangarar eru vanir við framførslur av hesum slag, og tað eru partar í hesum tónaverki, sum seta rættuliga stór krøv til sangararnar. Tí vberður arbeitt á tann hátt, at tey, sum seta sær føri fyri tí og vilja geva sær stundir til tað, møta eina ferð um vikuna til teir torføraru partarnar, meðan tey, sum ikki vilja leggja so nógv fyri seg, kunnu vera við í stóra kórinum, sum fer at venja nakrar sunnudagar seinnapart eftir avtalu.

Slíkt tiltak krevur sína fígging, og ´ti verður tikið eitt ávíst luttakaragjald alt eftir, hvussu nógvir sangararnir verða.

Solistar á konsertunum, sum verða leygardagin og sunnudagin 5. og 6. desember, verða aftur Ernst Sondum Dalsgarð, tenorur, og Lars Thodberg Bertelsen, bassur, sopransolistur verður hesaferð Berghild Poulsen, meðan leiðarin er Willi Gohl hevur altsolistin við sær úr Schweiz.

Venjingin í morgin verður í Kommunuskúlahøllini og byrjar klokkan 17.30, sigur Havnarkórið