Henrik Old, løgtingsmaður, heitir í dag á løgmann um at taka sær um reiggj og loysa ósemjuna, so skip sleppa til fiskiskap á Flemmish Cap. Sambært løgtingsmanninum, so er tað ósemja í Fólkaflokkinum, sum forðar skipunum at sleppa til fiskiskap.
Henrik Old vísir á, at nú vártíðin er farin afturum er framvegis eingin greiða fingin á, hvør skal fiska føroysku kvotuna á Flemish Cap.
Tað er heilt týðuligt, at tað er innanhýsis ósemja í Fólkaflokkinum, ið steðgar fiskiskapinum á Flemish Cap. Tí er tað heilt óskiljandi, at løgmaður, sum ofta reypar av, at hann er fyrrverandi fiskaseljari, letur bestu tíð av árinum fara afturum uttan at taka støðu til at fáa fiskiskapin í gongd á Flemish Cap, sigur Henrik Old.
Henrik Old sigur, at tíðin hevur víst, at teir sum hava verið fyrstir á fiskileið um várið hava fingið best burturúr.
Nú hava spaniólar og portogisar verið á Flemish Cap í fýra mánaðir, umframt tað vita allir, sum hava roynt har, at tá tað kemur út í mai mánað, byrjar sjógvurin at hitna, og tá er ikki besta tíð til bestu góðsku, sigur Henrik Old, sum spyr løgmann, um hann nú kann taka sær um reiggj og seta ein stoppara fyri, at innanhýsis ósemja í einum politiskum flokki støðgar skipum at fiska í bestu fiskitíð.