Tað sigur Seif Kadhafi, sonur libyska leiðaran, Muammar Kadhafi, nú landið hvørja løtu kann rokna við at verða álopið eftir samtyktina í ST. - Vit eru í okkara egna landi. Vit stúra ikki, men eitt álop hjálpir ikki fólkinum, um tit ætla at bumba Libya. Tað kemur at oyðileggja okkara land, og tað eru vit ikki fegin um.
Tað sigur Seif Kadhafi í eini samrøðu við amerikansku sjónvarpsrásina, ABC News.
Samrøðan er gjørd, eftir at trygdarráðið hjá ST í gjárkvøldið samtykti atsóknir, sum gera tað møguligt at leypa á Libya við hermegi.