Fabrice Muamba, sum brádliga small í vøllin í FA Cup dystinum millum Tottenham og Bolton í gjár, stríðist framvegis fyri lívinum á einum sjúkrahúsi í London. Í einum felagstíðindaskrivi boða Bolton og sjúkrahúsið frá, at talan var um ein hjartasteðg, tá Bolton leikarin brádliga small um á vøllinum.
Støðan hjá 23-ára gamla miðvallarinum er framvegis álvarsom og Bolton venjarin hevur í stuttari viðmerking sagt, at komandi døgnið er avgerandi fyri framtíðina hjá honum.
Tað var stutt fyri hálvleik í fjórðingsfinaluni millum Tottenham og Bolton á White Hard Lane, at Fabrice Muamba small í vøllin. Ongin var hjástaddur og tí var skjótt greitt, at talan var um ein álvarsligan tilburð.
Hjálparfólk og læknar vóru skjótir á staðið og staðfestu, at miðvallarin ikki andaði. Sjónvarpsrásirnar valdu ikki at vísa tilburðin umaftur, men bretskir fjølmiðlar skriva, at hann fekk hjartamassagu á staðnum.
Stutt seinni var dysturin avblástur og Fabrice Muamba varð koyrdur á sjúkrahús. Fyrst komu boð um at støðan hjá enska U-landsliðsleikaranum var stabil, men Bolton hevur í tíðindaskrivi boðað frá, at støðan er sera álvarsom.
Ein rúgva av fótbóltsleikarum hava í kvøld verið á Twitter og víst sín stuðul til Fabrice Muamba.
(Mynd: Polfoto)