Komandi og farandi meistarar

Enn hevur NSÍ møguleikan at arga EB/Streym, men vinna gestirnir, veðrur hetta samstundis ein staðfesting av eigaraskiftinum í føroyska fótbóltsoddinum

Fótbóltur

 

Tað er einki at ivast í, at talan í ávísan er um eitt sindur av súmbolikki, nú EB/Streymur vitjar við Løkin í Runavík.

Har hevur FM-steypið nevnliga staðið síðani seinasta umfarið í fjør, og hóast EB/Streymur ikki fær sjálvt steypið við sær – enn – so kunnu teir á samansetta oddaliðnum við einum sigri staðfesta, at Formula-steypið komandi ár skal standa undir liðini av Løgmanssteypinum í felagshúsinum við Margáir.

Ein sigur ber nevnliga við sær, at fjarstøðan niður til næsta liðið verður í minsta lagi 11 stig, og tá eru so bara níggju stig eftir at spæla um.

Og talan er helst um sera hóskandi dyst at vinna sær FM-heitið. Júst á útivølli móti liðnum, sum í fjør vann sítt fyrsta FM-gull, og sum í kanska mest avgerandi dystinum á árinum vann tepran 1-0 sigur við Margáir ímóti EB/Streymi, sum tá var nummar tvey.

 

Ein dystur av fleiri

Men tað er á ongan hátt soleiðis, at spælararnir hjá EB/Streymi hava sett sær fyri, at teir fara til Runavíkar eftir FM-heitinum.

- Vit fara so ikki inn at heinta nakað meistaraskap. Men vit fara sjálvandi at gera okkara fyri at vinna dystin. Og gera vit tað, so er tað sjálvandi eitt gott stað at tryggja sær gullið, sigur Egil á Bø, liðskipari hjá EB/Streymi.

- Men talan er atso um útidyst móti NSÍ, og tað vita vit verður alt annað enn lætt. Teir eru meistarar, og enn hava teir ein møguleika at endurvinna hetta, so teir fara avgjørt ikki at geva okkum nakað sum helst forerandi, sigur Egil.

Hava fyrireikingarnar hjá tykkum verið merktar av, at tit nú kunnu vinna gullið?

- Nei – tað haldi eg ikki. Vit hava vant á leið, sum vit plaga. Sjálvandi hevur onkur forvitnast til venjingarnar, men kortini ikki meira enn gott er. Men tosið í bygdunum hevur sjálvandi verið nógv.

- Og hjá okkum spælarum hevur nokk heldur ikki verið tann stóri munurin. Vit royna fyrst og fremst at fokusera upp á dystin sunnudagin. At hetta er ein dystur av 27 í einum langum kappingarári, heldur enn at fokusera uppá, hvat kann henda ella ikki.

Og tað er líkt til, at Sigfríður Clementsen, venjari, kann stilla við so at siga sterkasta møguliga hópinum. Eingi leikbann raka hópin í løtuni, og við einum Høgna Zachariassen, sum nú spakuliga er um at koma fyri seg, fer tað av álvara at líkjast einum intaktum hópi. Tað hevur Sigfríður Clementsen ikki roynt fyrr í ár, og enn er Brian Olsen so framvegis eisini á skaðalistanum.

Hjá NSÍ eru heldur ikki skaðar ella leikbann, sum gera um seg. Fyrr í vikuni vóru nakrir av spælarunum á liðnum við til at vinna gull í unglingafinaluni, og tað er lítil ivi um, at hesir – eins og restin av hópinum – hevur nakran serligan hug at missa Formula-gullið á heimavølli, nú mest sannlíki arvtakarin kemur á vitjan.