Talvungdómur
14 ára gamli havnardrongurin Olaf Berg hevur telvað sera væl síðani stóru GM kappingina í Tórshavn í oktober. Hann slapp tá at royna seg millum leyvirnar, og kláraði hann seg avbera væl. Á vinnandi liðnum úr Havnini í liðkappingini var Olaf álitið, og eisini toppskorari. Hetta gav honum helst nógmikið av sjálvsálitið, og fekk hann enn eitt gott úrslit, tá hann í Norðurlandameistaraheitinumfyri skúlaungdómar ognaði sær fyri aðru ferð eitt NM bronsumerki. Sjálvur var hann eitt sindur ónøgdur við úrslitið, hann ætlaði sær nevnliga at vinna, og er hetta júst rætti andin at førka seg víðari sum telvari.
Krúnan á verkinum
Í vetur bleiv HT-open telvað, og suvirenur vinnari bleiv Olaf har hann eitt nú basti Martin Brekká og Herluf Hansen. Hesin stórsigur gav honum eisini fitt av rating, sum merkti at hann nú lá beint omanfyri 2000 markið.
Krúnan á verkinum bleiv FM í Vestmanna í ár. Hann var mettur favorittur saman við Terja Petersen og Herluf Hansen. Skjótt sást at kappingin um fyrsta pláss, og harvið atgongumerkið til landsliðsbólkin næsta ár, varð millum júst Olaf og Terja. Ein harður tvídystur. Olaf vann loksins bólkin við betri mótstøgustigum enn Terji, og tískil enn ein kappingarsigur til Olaf.
Tey seinastu árini hava serliga 17 ára gamli Martin Poulsen og Olaf, verið bestu unglingar okkara. Við hesum fylgir eisini ein stuttlig søga, tí tað hevur nevnliga víst seg at Olaf hevur nærum ár eftir ár trakkað í fótaspor Martins. Í 1998 bleiv Martin unglingaføroyameistari og árið eftir bleiv Olaf unglingaføroyameistari. Síðani vann Martin í fjør almenna bólkin, og sama gjørdi Olaf í ár. Martin royndi seg í ár í landsliðsbólkinum, men fekk harða viðferð, og endaði aftastur, og næsta ár fær Olaf sostatt møguleikan at royna seg saman við talvelituni.
Ungdómstelving á dagsskránna
Í Talvsambandi Føroyar er ungdómstelving førkað fram sum høvuðsmál. Hetta er sjálvsagt gleðiligt, tí eingin ungdómur - eingin framtíð.
Í stuttum kann sigast at TSF fer at skipa fyri fleiri barnakappingum, eitt nú FM fyri børn og aðrar kappingar, har eisini roynt verður at fáa foreldur við í leikin. Okkara bestu ungdómar fáa møguleikan í HM og EM. Eisini verða venjarar settir til ymsar uppgávur, roynt verður at fáa talv inn í fólkaskúlar kring landið, og ein orðaður politikkur fyri barna- og ungdómstelving verður framdur. Ein serlig ungdómsnevnd fer at taka sær av hesum.
Tað hevur víst seg at føroyskur talvungdómur steðgar upp tá teir nærkast teimum átjan. Ov fáar kappingar heima og sanniliga altjóða eisini eru helst orsøkin til tess. Skipaðar venjingar hevur eisini manglað. Hetta fer vónandi at betrast nú ætlanin eitt nú er at senda umboð til HM og EM, og regluligar venjingar við sterkum telvarum eisini er ovast uppi á ynskilista TSF´s.
Hesar ætlanir eru als ikki bert fyri teir sterku unglingar, eisini óroyndur ungdómur sleppur í part.
Hesi endamál fara uttan iva at betra um umstøðurnar hjá eitt nú Olafi og øðrum, og styrkja teimum alsamt. Vit hava prógvað tað í NM at vit kunnu kappast við grannalond okkara.