Komandi forsætisráðharrin etur ræstan fisk

Nógv bendir á, at Lars Løkke Rasmussen um stutta tíð verður forsætisráðharri í Danmark. Í Hvonn Live á Rás2 í kvøld verður tosað við Løkke um hansara føroyska tilknýti. Eisini sigur viðmerkjarin Hans Engell sína hugsan um Løkke Tað er helst bert spurningur um dagar, áðrenn Lars Løkke Rasmussen verður nýggjur danskur forsætisráðharri. Harvið fáa danir fyri fyrstu ferð eina føroyska forsætisráðharrafrúu. Løkke er giftur føroysku Sólrun Jákupsdóttir Løkke Rasmussen.

Rólant Waag Dam hevur hitt komandi danska forsætisráðharran, og í sendingini Hvonn Live á Rás2 í kvøld avdúkar Løkke millum annað, at honum dámar ræstan fisk. Prátað verður eisini við Løkke um Føroyapolitikk og um føroyskt mál.

Eisini sigur Hans Engell, fyrrverandi leiðari í Konservativa Flokkinum, sína hugsan um Lars Løkke Rasmussen sum komandi forsætisráðharra.

Hvonn Live verður sent á Rás2 í kvøld millum klokkan 19 og 22.